top of page

Familjumaður dripin stutt undan Yom Kippur

for 3 dage siden
1 min læsning

Ísraelar halda Yom Kippur – stóra sáttargerðardagin – í skugganum av einum deyðiligum yvirgangsálopi á Vestara Áarbakka.


Bert fáar tímar áðrenn Yom Kippur byrjaði sunnudagin, varð ein familjumaður í tríatiárunum skotin og dripin við ein svimjihyl nærindis búsetingini Halamish, norðan fyri Jerusalem.


Fleiri fólk vóru komin at svimja áðrenn høgtíðina, tá ein palestinskur álopsmaður kom koyrandi og skeyt fleiri skot.


Netanel Shukrun, sum var farin at svimja saman við elsta soni sínum, varð raktur. Hann doyði seinni av løstunum á einum sjúkrahúsi í Petah Tikva. Hann letur eftir seg konu og seks børn.


Álopsmaðurin flýddi til gongu, men varð særdur av ísraelskum hermonnum. Hann leitaði sær á eitt sjúkrahús nærindis Ramallah, har hann stutt eftir varð handtikin.


Í einum øðrum tilburði nærindis Ganim á Vestara Áarbakka royndi ein maður at koyra bilin inn í ein fjøld av hermonnum. Hann varð skotin og dripin.


Hægri tilbúgving


Seinni í vikuni byrjar leyvskálahøgtíðin, ein av stóru jødisku høgtíðunum. Ísraelsku trygdardeildirnar eru tí í høgari tilbúgving, serliga á Vestara Áarbakka.


Samstundis hevur Ísrael hermenn á fleiri hermótum, millum annað í Gaza, Suðurlibanon og í útsynningspartinum av Sýria.


Støðan við Iran verður eisini fylgd neyvt. Sunnudagin segði iranski herurin, at hann hevði fingið upplýsingar um, at USA ætlar at taka álop á Iran uppaftur. Iran ávaraði um, at landið í so fall fer at svara aftur við álopum á amerikansk mál í Miðeystri.



bottom of page