Hann er ikki longur bara Messias hjá teimum kristnu, hann er eisini mín Messias

Vitnisburður: Ein jødiskur maður greiðir frá, hvussu familjusøga, ivi og kanning av profetiunum í Gamla testamenti førdu hann til trúgv á Jesus sum Messias.
Fyri meg skuldi Messias vera ein, sum ongantíð leið. Um hann yvirhøvur var til, mátti hann vera nóg sterkur til at leiða fólk okkara úr allari líðing – og ikki ein, sum sjálvur mátti líða.
Jødiska fólkið hevur upplivað nógva líðing, og mín familja er einki undantak. Sjálvt navnið hjá mær ber eina søgu um atsókn. Eg eri uppkallaður eftir langabba mínum, Zigmund, sum doyði í Holocaust saman við meginpartinum av familju síni.
Dóttir Zigmund, omma mín, yvirlivdi ræðuleikarnar sum ung kvinna. Hon kom til Onglands í 1939 og fekk arbeiði sum húshjálp hjá einari familju, sum hon helt vera kristna. Tá ið tey kravdu, at hon skuldi gera bacon, noktaði hon og greiddi frá, at hon sum jødi ikki kundi gera tað. Tey hóttu við at fáa hana útvísta úr landinum. Hon flýddi sama kvøld.
Jødiskur gudloysingur
Eg fór á fróðskaparsetrið at lesa støddfrøði og roknaði meg tá sum ein jødiskan gudloysing. Um Gud var til, helt eg, at hann var ov fjarskotin og heilagur til, at eg kundi kenna hann.
Tey kristnu søgdu, at tey kendu vegin til Gud. Men hvussu kundi ein átrúnaður vera sannur, tá ið so nógvir ymiskir átrúnaðir søgdu so ymsikt um Gud?
Tá ið ein góður vinur hjá mær gjørdist kristin, helt eg, at hann hevði tikið eina býtta avgerð. Kortini segði eg ja, tá ið hann beyð mær við í kirkju.
Har varð eg eggjaður til at lesa Markusevangeliið og kanna sjálvur, hvør Jesus var. Meðan eg las, kom spurningurin: Havi eg funnið Messias?
Men samstundis hugsaði eg: Hvussu kann eg góðtaka Jesus sum Messias, tá ið rabbinarar hava vrakað hann í 2.000 ár?
Jesus er ikki fyri jødar
Eg fór tí í ein mansbólk í einari synagogu. Eg spurdi, hvat teir hildu um profetiini um Messias í Tanakh – teimum hebraisku skriftunum. Men aftur og aftur fekk eg sama svarið:
Havi eg funnið Messias?
Eg helt kortini fram at kanna profetiini. Tá ið eg kom til Jesajabók, fann eg frásagnir, sum ikki bert snúðu seg um lív Messiasar, men eisini um líðing og deyða hansara.
Serliga gjørdi Jesaja 53 sterkt árin á meg. Har verður Messias lýstur sum ein, ið var „vanvirdur og skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri“.
Tað broytti mína fatan. Messias var ikki ein, sum stóð uttanfyri líðingina. Hann kendi hana sjálvur.
Tá sá eg samband millum profetiini og Jesus. Tað kendist sum at samanbera eitt fingramerki við fingurin og síggja, at tað samsvaraði.
Hann kennir okkara líðing
Jesus var jødi og livdi í einari tíð, tá ið fólk okkara vóru undir rómverskum valdi. Hann kendi kúgan og líðing – og at enda leið hann sjálvur.
Líðingin hjá jødiska fólkinum er framvegis ein partur av míni familjusøgu. Men nú síggi eg Jesus á ein annan hátt. Hann var eisini royndur í sjúkdómi og líðing.
Eg veit, at rabbinarar hava vrakað Jesus, og at nógvir jødar framvegis halda, at tað at trúgva á hann er at svíkja sína jødisku arv. Men eg kundi ikki longur síggja burtur frá tí, eg hevði funnið.
Eg hevði kannað, hvussu Jesus livdi og doyði, og hvussu hetta samsvaraði við profetiini, eg las.
Nú sá eg samanhangin
Tá ið eg í dag møti líðing og sorg, leiðir tað ikki meg ikki burtur frá Gud - tvørturímóti. Eg veit nú, at Jesus Messias kennir til sorg og líðing.
Jesus er ikki longur bara Messias hjá teimum kristnu. Hann er eisini mín Messias.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti
Kelda: Norska Ísraelsmissiónin / Jews for Jesus
Mynd: Jews for Jesus
